Búskaparráðið á fund um lán til landskassan

Búskaparráðið á fund um lán til landskassan
Fíggjarnevndin hevur boðsent Búskaparráðnum á fund í næstu viku at siga sína hugsan um at læna 155 milliónir kr. til landskassan
 
15.03.2015 - 16:38

Fíggjarnevndin hevur boðsent Búskaparráðnum at koma á fund í nevndini í næstu viku at siga sína hugsan um uppskotið frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um at læna 155 milliónir kr. til landskassan. 

Hallið á fíggjarlógini í ár er mett at verða 135 milliónir krónur, og harumframt er neyðugt at læna 20 milliónir til gjaldførið. 

Gjaldstovuráðið hevur ásett, at minsta gjaldførið hjá landskassanum í ár skal vera tvær milliardir og 150 milliónir kr. Minstagjaldførið er sostatt hækkað 125 milliónir samanborið við í fjør.

Av tí at samlaða nýtslan hjá landskassanum í fjør var minni enn mett, er gjaldførið gott, og tí er bara neyðugt at læna 20 milliónir til kravda minstagjaldførið, sigur Fíggjarmálaráðið.

Umframt tær 155 milliónirnar í nýggjum lánum, verður neyðugt at endurfíggja 880 milliónir kr. at rinda aftur lán, sum falla til gjaldingar í juni. Harafturat verður neyðugt at     endurfíggja 10 milliónir at rinda avdrátt av láni í ár. Hetta lánið fellur til gjaldingar í 2018.

Tilsamans verður lántøkan í ár tí eina milliard og 45 milliónir kr., men skuldin økist tó bara 155 milliónir kr., sum løgtingið er biðið um heimild at læna. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109