Norðmenn kasta lut um lodnu

Norðmenn kasta lut um lodnu
Lutakast hevur verið um 37 loyvi at fiska lodnu í Barentshavinum
 
12.03.2015 - 08:10

Ætlaða lutakastið hjá Vørn um loyvi at fiska makrel í ES-sjógvi varð av ongum, tí Fiskimálaráðið helt ikki, at tað bar til.

Men í Noregi verður lutakast brúkt, tá fiskiloyvi skulu lutast út.

Fiskaren skrivar, at lutakast hevur júst verið um 37 loyvi at fiska lodnu í Barentshavinum. Lutakast varð neyðugt, tí 120 umsóknir vóru.

Men nógvir reiðarar, sum fingu loyvi í lutakastinum, tóku ikki av, og neyðugt varð at fara heilt niður til nummar 65 á listanum fyri at sleppa av við øll 37 fiskiloyvini.

Ein reiðari, sum Fiskaren hevur tosað við, heldur, at søkt verður um loyvi til so nógv skip, tí reiðarar stúra fyri at missa rættin at fiska lodnu í Barentshavinum.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947