Heilsutrygd setur kommunulæknar

Heilsutrygd setur kommunulæknar
Nú verður ásett í kommunulæknalógini, at setanarmyndugleikin er fluttur frá landsstýrismanninum til Heilsutrygd
 
12.03.2015 - 09:38

Landsstýrismaðurin í heilsumálum skal ikki longur seta kommunulæknar, men Heilsutrygd, tí kommunlæknaskipanin varð flutt til Heilsutrygd í 2013. Frammanundan lá kommunulæknaskipanin beinleiðis undir Heilsumálaráðnum.

Heilsutrygd rindar meginpartin av kommunulæknaveitingunum sambært sáttmála millum Kommunulæknafelagið og Heilsutrygd. 

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur skotið upp fyri tinginum at broyta kommunulæknaskipanina soleiðis, at tað verður ásett í lógini, at tað ikki verður landsstýrismaðurin, sum skal seta kommunulæknar í fast starv. Setanarmyndugleikin verður nú hjá Heilsutrygd.

Uppskotið kemur til viðgerðar í tinginum í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109