- Tíðindi, mentan og ítróttur
Integrasjónin skal setast í verk
Fleiri og fleiri útlendingar seta búgv í Føroyum, og nú er stundin komin at fremja í verki átøkini í Integrasjónsálitinum frá 2011.
Og tí eigur løgtingið at fáa landsstýrið at koma við lógaruppskoti, sum setur í verk átøkini, sum mælt verður til í álitinum, sum Innlendismálaráðið fekk frá einum arbeiðsbólki fyri fýra árum síðani.
Tað sigur Tjóðveldi í uppskoti til samtyktar, sum er á dagsskránni fyri løgtingsfundin í dag.
Tey seks átøkini í álitinum frá 2011 eru integrasjónslóg, samskipari at arbeiða við integrasjón, kravt byrjanarskeið í føroyskum, eyka undirvísing í fólkaskúlanum, átøk fyri børn undir skúlaaldri og tulkatænasta.
Tjóðveldi sigur, at í 2004 viðgjørdi Útlendingastovan 20 umsóknir frá fólki, sum bóðu um húsfólkasameining, familjusameining, við maka. Í fjør var talið næstan fjórfaldað, 75 umsóknir um húsfólkasameining vóru í fjør.
Sjey av tíggju umsøkjarum eru kvinnur. Tað er ikki óvanligt, at kvinnurnar hava eitt ella tvey børn við sær.
1.234 fólk uttan fyri Norðurlond
1.januar í fjør vóru 1.234 fólk í Føroyum, sum eru fødd uttan fyri Norðurlond, sigur Tjóðveldi í uppskoti sínum.
Tjóðveldi minnir á, at løgtingið hevur tikið undir við Integrasjónsálitinum og átøkunum í álitinum. Men stórvegis er ikki hent í verki.
Integrasjón er eitt øki, har sum bæði land og kommunur mugu taka ábyrgd. Men landsstýrismaðurin í útlendingamálum, sum í løtuni er Johan Dahl, hevur yvirskipaða ábyrgd. Hann má seta mál fyri økið, orða politikkin og bera so í bandi, at onnur aðalráð og kommunurnar taka sín part á seg, sigur Tjóðveldi.
Aðalorðaskifti var um Integrasjónsálitið í løgtinginum síðst í februar í 2013. Innlendismálaráðið er ikki til longur, so nú eigur Vinnumálaráðið málsøkið integrasjón, sum er at fáa útlendingar at gerast partur av føroyska samfelagnum.