Kostnaðarískoytið skal skattast

Kostnaðarískoytið skal skattast
Framsókn biður formansskapin í løgtinginum endurskoða lógina um samsýning og eftirløn hjá løgtingsfólkum
 
10.03.2015 - 08:18

Kostnaðarískoytið, sum løgtingsfólk fáa, eigur at vera skattað. Tað heldeur Framsókn. 

Kostnaðarískoytið er 2.000 kr. um mánaðin, og tað er skattafrítt.

Kostnaðarískoytið er endurgjald fyri útreiðslur, sum tingfólk hava av arbeiðinum sum løgtingsfólk.

Men Framsókn skjýtur nú upp, at ískoytið skal skattast.

Framsókn biður formansskapin í løgtinginum endurskoða lógina um samsýning og eftirløn hjá løgtingsfólkum og koma við uppskotum um møguligar broytingar á ólavsøku í ár. 

Uppskotini hjá Framsókn eru at skatta kostnaðarískoytið, at tingfólk fáa endurgoldið tað, sum tey veruliga gjalda fyri flutning í staðin fyri fast gjald sum nú, tað er fyri 100 ferðir aftur og fram um árið.

Og tingfólk eiga eins og øll onnur, eisini landsstýrisfólk eftir næsta val, at gjalda til sína egnu eftirløn, heldur Framsókn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109