- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grannskoðarar: Almenn áhugamál skulu røkjast betur
Landsstýrið eigur nú at gera reglur, sum tryggja, at áhugamálini hjá landinum í partafeløgum, stovnum og grunnum, sum ikki eru í fíggjarlógini, verða forsvarliga røkt.
Løgtingsgrannskoðararnir hava lagt frágreiðing, sum tey fingu frá Landsgrannskoðanini í august í fjør, fyri løgtingið.
Tað almenna eigur seks milliardir krónur í partafeløgum og grunnum. Men vit hava ongan almennan eigarapolitikk í Føroyum.
Tí eigur landsstýrið at koma við lógaruppskoti um almennan eigarapolitikk, segði Reimund Langgaard, formaður hjá løgtingsgrannskoðarunum, við Útvarpið í august í fjør.
Velja leiðslu
Nú hava løgtingsgrannskoðararnir tikið stig til at fáa løgtingið at biðja landsstýrið síggja til, at áhugamálini hjá landinum verða forsvarliga røkt.
Leysari tilknýti ein grunnur ella eitt partafelag hevur til landsfyrisitingina, færri eru møguleikarnir hjá landsstýrinum at stýra teimum. Í nógvum førum er luturin hjá landsstýrinum bara at velja leiðsluna og samskifta við hana.
Løgtingsgrannskoðararnir vilja, at landsstýrið tryggjar sær, at landið hevur ávirkan, sum svarar til váðan ella kostnaðin, landið átekur sær. Landsstýrið eigur at eftirmeta og taka støðu til, um endamálið við virkiseindunum er tíðarhóskandi, og um tað yvirhøvur er uppgávan hjá landinum at eiga ella vera við í virkiseindunum, sum tey kalla grunnar og partafeløg.
Landspartafeløg
Løgtingsgrannskoðararnir vilja eins og Landsgrannskoðanin, at landsstýrismaðurin í vinnumálum setur í gildi kunngerð um landspartafeløg skjótast til ber. Tað kann hann gera sambært vinnufelagslógini. Hann skal eisini gera reglur um virkiseindir, sum ikki eru partafeløg.
Løgtingsgrannskoðararnir vilja eisini hava landsstýrið at orða ein eigarapolitikk.
Og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skal gera eina árliga frágreiðing um virkiseindirnar, landið eigur ella er við í, men sum ikki eru í fíggjarlógini, og har roknskapirnir ikki verða lagdir fyri løgtingið.