Tjóðveldi vil hava Føroyar upp í EFTA

Tjóðveldi vil hava Føroyar upp í EFTA
Sambært uppskotinum hjá Tjóðveldi skal landsstýrið innan eitt ár geva løgtinginum frágreiðing um fortreytir fyri føroyskum limaskapi í EFTA
 
09.03.2015 - 09:11

Við limaskapi í EFTA høvdu Føroyar alt fyri eitt blivið partur í teimum 25 fríhandilssáttmálunum, sum EFTA hevur, og sum umfata 35 lond.

Og Føroyar eiga at søkja um limaskap í EFTA, heldur Tjóðveldi, sum vil hava løgtingið at biðja landsstýrið søkja um limaskap í EFTA og kanna, um Føroyar kunnu vera við í EBS samstarvinum millum EFTA og ES og fáa lut í teimum fýra frælsunum í ES. 

EBS-skipanin merkir, at EFTA-londini Noreg, Ísland og Liktinstein hava lut í fýra frælsunum, sum gera, at  kapitalur, vørur, tænastur og fólk kunnu virka frítt í ES. 

Tey eru eisini við í samstarvinum um útbúgving, gransking og mentan í ES.

Sambært uppskotinum hjá Tjóðveldi skal landsstýrið innan eitt ár geva løgtinginum frágreiðing um fortreytir fyri føroyskum limaskapi í EFTA, og at landsstýrið fyrireikar lógaruppskot um at taka øll neyðug málsøki á føroyskar hendur fyri at útinna limaskapin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109