- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landskassin skyldar meiri enn fimm mia. kr.
Neyðugt er at læna 155 mió. kr. til hallið í landskassanum í ár og til gjaldførið.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður i fíggjarmálum, hevur biðið løgtingið um loyvi at taka lán.
Landskassahallið verður 135 mió. kr. í ár, og harumframt er neyðugt at læna 20 milliónir til kravda minstagjaldførið, sum nú er tvær milliardir og 150 milliónir krónur.
Landskassin skal eisini læna 880 mió. kr. til at gjalda lán, sum fellur til gjaldingar tann 11.juni í ár. Og tíggju milliónir til avdrátt av láni í ár skulu eisini lænast. Hetta lánið fellur til gjaldingar í 2018.
Meiri enn ein milliard
Samanumtikið hevur landskassin brúk fyri einari milliard og 45 milliónum krónum, men skuld landskassans veksur tó bara 155 milliónir.
Skuldin hjá landskassanum fer upp um fimm milliardir við láninum, sum nú skal takast.
Í løtuni er skuldin 4,9 mia. kr.
Ein hálv milliard er skuld til danska statskassan, men hetta lánið er rentu- og avdráttarfrítt, og tað verður strikað í 2018, um eingin olja er funnin í føroysku undirgrundini fyri 2018.