Avtaka ferðaavgjaldið og lækka mvg á hotellum

Avtaka ferðaavgjaldið og lækka mvg á hotellum
Uppskotini frá Framsókn koma til 1. viðgerð í tinginum í morgin
 
09.03.2015 - 14:37

Stendur tað til Framsókn verður avgjaldið á millumlandaferðaseðlum tikið av og meirvirðisgjaldið á hotell- og matstovuvirksemi lækkað, ella heilt tikið av.

Framsókn mælir løgtinginum til at heita á landsstýrið um at leggja lógaruppskot fyri tingið um hetta.

Løgtingið samtykti í 2013 at lækka ferðaavgjaldið niður í 65 krónur, og fíggjarnevndin segði í álitinum, at hon vildi, at landsstýrismaðurin næstu trý árini skuldi fáa ferðaavgjaldið heilt burtur. 

Umleið 250.000 ferðafólk koma og fara um flogvøllin um árið, og sjóvegis koma og fara 120.000 fólk.  Av hesum gjalda umleið 160.000 ferðaavgjald. Verður gjaldið tikið heilt burtur, fer tað at kosta umleið 10 milliónir kr., sigur Framsókn.

Víðka háárstíðina

Flokkurin sigur, at londini kring okkum hava annaðhvørt lækkað ella heilt tikið burtur meirvirðisgjald á hotell- og matstovuvirksemi. Føroyar sum ferðamannaland hava sínar avmarkingar, og vanliga er fullsett á hotellum um summarið. Tí er standandi avbjóðingin at víðka háárstíðina til eisini at fata um vár og heyst.

Ferðavinnan mennir tænastur og veitingar, men á hesum marknaði eru eisini fleiri um boðið. Flutningskostnaðurin er luftfalsliga høgur samanborið við onnur ferðamál, og verða onnur parametur ikki lagað til, røkka vit ov stutt og sleppa ikki upp í part, sigur Framsókn í viðmerkingunum til uppskotið.

Bæði uppskotini koma til 1. viðgerð í tinginum í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109