Pensiónirnar hækka

Pensiónirnar hækka
Viðbótin til fólkapensionistar hækkar frá 1. juli. Hækkingin verður 350 kr. um mánaðin, ella 4.200 kr. um árið.
 
07.03.2015 - 09:25

Tað sæst í uppskotinum sum Annika Olsen, landsstýriskvinna hevur legði fyri løgtingið í dag.

Neyðugt verður at biðja um eykajáttan frá løgtinginum, fyri at seta viðbótina í verk, tí 10 milliónir kr. eru játtaðar á fíggjarlógini til endamálið, meðan tørvurin í ár verður 13,7 milliónir kr. Tí má løgtingið játta 3,7 milliónir kr. aftrat til ætlanina.

Næsta ár verður hækkingin galdandi alt árið, og tá verður tørvurin 23,1 milliónir kr.

Nakað av pengunum fáa landið og kommunurnar aftur í skatti, í ár 4,8 milliónir kr., og næsta ár 8,2 milliónir kr., sæst í viðmerkingunum til uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109