Sambandsflokkurin størstu afturgongdina

Sambandsflokkurin størstu afturgongdina
Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin missa, meðan Javnaðarflokkurin sigrar. Samgongan missir meirilutan, sambært nýggjari veljarakanning
Sambandsflokkurin hevur størstu afturgongdina sambært nýggjari veljarakanning, Fynd hevur gjørt fyri Sosialin
 
06.03.2015 - 08:47

Tað er úrslitið av veljarakanning, Fynd hevur gjørt fyri Sosialin. Sambært kanningini, missa Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin tveir tingsessir í mun til seinasta løgtingsval, og fara úr átta niður í seks tingsessir.

Javnaðarflokkurin fær tríggjar afturat, og fer úr seks uppí níggju tingsessir, sambært veljarakanningini. Tjóðveldi fær ein tingsess afturat, og fer úr seks uppí sjey tingsessir. Hinir flokkarnir varðveita sínar tingsessir.

Í prosentum er tað Sambandsflokkurin, ið hevur størstu afturgongdina. Sambandsflokkurin fer 6,6 prosentstig aftur, Fólkaflokkurin fer 3,6 prosentstig aftur, og Javnaðarflokkurin fer 8,8 prosentstig fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109