- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bankafólk flutti sær sjálvum 900.000 kr. ólógliga
Eitt starvsfólk í einum peningastovni í Føroyum er ákært fyri at hava gjørt ólógligar flytingar í peningastovninum. Talan er um tíðarskeiðið frá desember 2010 til juli 2012.
Starvsfólkið er, sambært ákæruritinum ákært fyri at hava flutt sær 900.000 krónur ólógliga.
Játtar partvíst
Verjin hjá starvsfólkinum, Christian Andreasen, sigur, at viðkomandi í høvuðsheitinum játtar seg sekan.
Tað var peningarstovnurin sjálvur, sum meldaði starvsfólkið til løgregluna, og viðkomandi var vístur burtur frá arbeiðsplássinum.
Innanhýsis grannskoðanin sett at skjalprógva ólógligu flytingarnar, og tað vísti seg, at talan var um 900.000 krónur, sum viðkomandi hevði flutt sær sjálvum.