Tannrøktarar sleppa eisini at útskriva heilivág

Tannrøktarar sleppa eisini at útskriva heilivág
Trivnaðarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá Karsteni Hansen, landsstýrismanni
 
02.03.2015 - 15:07

Tannrøktarar fáa nú eisini hava heimild at útskriva reseptheilivág.

Sum er hava tannrøktarar í Føroyum ikki hesa heimild, men noyðast at biðja ein tannlækna at útkriva heilivágin fyri seg.

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur biðið løgtingið um heimild til í kunngerð at loyva tannrøktarum at útskriva reseptheilivág.

Trivnaðarnevndin hevur viðgjørt uppskotið, og ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum.

Tannrøktarar hava útbúgving og góðkenning at kanna tenninar á fólki og at gera smærri viðgerðir. Tannrøktarar kunnu starvast á tannlæknastovu, men vanligt er eisini, at teir arbeiða sjálvstøðugt.

Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá tannrøktarum í Føroyum at fáa sama rætt at útflýggja reseptheilivág sum starvsfelagarnir í Danmark, og tá Heilsuskipanin var til hoyringar gav landsstýrismaðurin lyfti um, at hann fór at arbeiða fyri at broyta lógina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109