Vilja hava greining um støðuna í heilsuverkinum

Vilja hava greining um støðuna í heilsuverkinum
Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin vilja hava landsstýrismannin at geva løgtinginum eina greining um álvarsligu støðuna í heilsuverkinum
Landsstýrismaðurin í heilsumálum eigur sum skjótast at geva køgtinginum eina greining um álvarsligu støðuna í heilsuverkinum, og koma við greiðum ætlanum um loysnir, halda Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin
 
26.02.2015 - 09:25

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin vilja hava landsstýrismannin í heilsumálum sum skjótast at geva løgtinginum eina greining um álvarsomu støðuna í heilsuverkinum og harafturat koma við greiðum ætlanum um loysnir.

Tað siga løgtingskvinnurnar Bjørt Samuelsen, Sirið Stenberg og Rigmor Dam í álitinum hjá Trivnaðarnevndini um uppskotið hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni, um at tryggja øllum endurvenjing á sjúkrahúsi.

Minnilutin í Trivnaðarnevndini sigur seg ikki kunna taka ábyrgd av broytingunum í lógini um almenna heilsutrygd, sum støðan er í heilsuverkinum, og mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Fólk eiga at fáa endurvenjing á sjúkrahúsi

Sambært uppskotinum eiga fólk at fáa endurvenjing á sjúkrahúsi, hóast endurvenjingin ikki er tengd at viðgerð á sjúkrahúsinum. Minnilutin í Trivnaðarnevndini vísir á trotið á fakfólki og serlæknum á sjúkrahúsunum.

Minnilutin kennir seg ikki sannførdan um, at uppskotna broytingin fer at bøta um støðuna hjá sjúklingum at fáa tilvísing til ta serviðgerð, sum fakfólkini meta er neyðug.

Eisini meirilutin í Trivnaðarnevndini, samgongufólkini, vísir á, at avbjóðingin at manna sjúkrahúsini eigur at takast í størsta álvara, men mælir kortini til at samtykkja lógarbroytingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Góðan morgun Føroyar
184364
Fríggjadag 29. november
EM-trok #1: Vit kenna væl Sveis
184332
Fríggjadag 29. november
Morgunlestur fríggjadagur 29.november 2024
184108
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221