Vónar at fáa pensjónsnýskipan fyri tingið í vár

bannari
Vónar at fáa pensjónsnýskipan fyri tingið í vár
Uppskotið verður ikki klárt at leggja fram, tá framløgufreistin er úti í næstu viku
 
24.02.2015 - 15:40

Pensjónsnýskipanin verður ikki millum málini, sum landsstýrið fer at leggja fyri løgtingið í næstu viku.

Men Annika Olsen, landsstýriskvinna, vónar kortini, at til ber at leggja pensjónsuppskotini fram í vár við undirskriftunum hjá 17 tingfólkum.

Pensjónsbólkurin, har sum bæði samgongan og andstøðan eru við, hevur fund hvørja viku, men enn er ikki komið á mál.

Bólkurin hevur fingið framrokningar og onnur tøl frá serfrøðingum og stovnum, tøl, sum millum annað siga, hvussu nógvir fólkapensjónistar verða í Føroyum í framtíðini.

Annika Olsen ásannar, at um ikki ber til at fáa pensjónsmálið í løgtingið, áðrenn tingið fer til hús í vár, eru útlitini fyri, at málið kemur í hesum valskeiðinumi ikki so góð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109