Helst meiriluti í tinginum fyri varskógvaraskipan

Helst meiriluti í tinginum fyri varskógvaraskipan
Rættindini hjá teimum, sum varskógva, eiga at verða tryggjað í lóg, sigur Tjóðveldi, sum eigur uppskotið
 
24.02.2015 - 08:09

Líkt er til, at løgtingið fer at biðja landsstýrið gera eina varskógvaraskipan fyri fólk, sum arbeiða hjá landi ella kommunum.

Undirtøka er eisini í samgonguni fyri uppskotinum til samtyktar hjá Kristina Háfoss í Tjóðveldi um  varskógvaraskipan.

Fíggjarnevndin hevur havt uppskotið nú í góðar tríggjar mánaðir, men sambært formanninum í nevndini, Bárði á Steig Nielsen, verður álit skrivað nú.

Og sum skilst er meiriluti í nevndini fyri at mæla løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Kristina Háfoss sigur, at almenn starvsfólk eiga, uttan at stúra fyri avleiðingum, at kunna boða frá møguligum óreglusemi ella lógarbrotum hjá tað almenna. 

Rættindini hjá teimum, sum varskógva, eiga at verða tryggjað í lóg. Og tað er hendan lógin, sum Tjóðveldi vil hava landsstýrið at gera í samráði við kommunurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109