Besta árið nakrantíð - 900 mió. kr. í avlopi

Besta árið nakrantíð - 900 mió. kr. í avlopi
Bakkafrost fer at rinda partaeigarunum 293 mió. kr. í vinningsbýti
2014 gjørdist tað besta nakrantíð hjá alifyritøkuni Bakkafrost. Úrslitið fyri 2014 er 647 milliónir eftir skatt
 
24.02.2015 - 07:46

Árið í fjør gjørdist tað besta nakrantíð hjá alifyritøkuni Bakkafrost.

Bakkafrost hevði 899 milliónir krónur í yvirskoti fyri skatt. Felagið skal rinda 252 milliónir í skatti, og tí er úrslitið fyri 2014 647 milliónir krónur eftir skatt.

Í fráboðan til keypsskálan í morgun fegnast leiðslan á Bakkafrost um góðu gongdina. Allar deildirnar í samtakinum - sum røkkur frá fóðurframleiðslu til sølu - høvdu góð úrslit at vísa á í fjør. 

Bakkafrost seldi 44.013 tons av laksi í fjør. Tað eru smá 3000 tons meira enn árið fyri, men tó eitt sindur minni enn felagið sjálvt roknaði við. 

Bakkafrost ger stórar íløgur í hesum døgum

Sambært íløguætlan felagsins verða íløgur gjørdar fyri útvið 1,5 milliard krónur, tíðarskeiðið 2013 til 2017. Í ár roknar felagið við at gera íløgur fyri 550 milliónir krónur. Størstu íløgurnar eru í nýggja brunnbátin, sum kemur í summar; í nýggja virkið á Glyvrum og í nýggja smoltstøð á Viðareiði.

Samstundis sum stórar íløgur verða gjørdar, er samlaða nettoskuldin hjá Bakkafrost síðsta árið minkað úr 678 milliónum niður í 233 milliónir krónur.

Á aðalfundinum í Bakkafrost, sum verður 11. apríl, fer nevndin at skjóta upp at gjalda partaeigarunum seks krónur í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið. Tað merkir, at felagið fer at gjalda 293 milliónir í vinningsbýti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109