Norðmenn ávara ímóti evni at týna laksalús

Norðmenn ávara ímóti evni at týna laksalús
Norska alivinnan nýtti 30.000 tons av hydrogenperoksid í fjør
 
23.02.2015 - 08:17

Í Noreg verður ávarað ímóti einum lúsaevni, sum verður nýtt til at týna lúsina á alilaksi.

Evnið hevur við sær, at skelin á eitt nú hummara og øðrum skeljadjórum, ikki fær rætta litin, og í ávísum førum kann tað hava við sær, at krabbadýr í økinum doyggja.

Talan er um evnið hydrogenperoksid.

30.000 tons

Ein fyribils uppgerð vísir, at norska alivinnan nýtti 30.000 tons av evninum í fjør, og tað var fýra ferðir meir enn í 2013.

Evnið verður nýtt til at bleikja hár, og av tí at laksalúsin stendur seg ímóti øðrum evnum, verður hydrogenperoksid nú í alsamt størri mun nýtt til at basa laksalús.

Men ávirkanin er, at rækjur, hummari og krabbar doyggja, tá teir skifta skel.

Norski granskarin, Renee Katrin Bechmann, sigur, at tað er loyvt at nýta evnið, men tá nøgdin veksur so skjótt, so má ansast væl eftir, og neyðugt er at verja krabbadýrini, sum halda til í somu økjunum, sum aling er, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946