Kristina Háfoss spyr um Keypsportalin

Kristina Háfoss spyr um Keypsportalin
Kristina Háfoss spyr Jørgen Niclasen, um tað er samsvarandi almenna setanarpolitikkinum, tá Gjaldstovan bjóðar út eitt starv á keypsportalinum
Kristina Háfoss spyr um Keypsportalin
Mynd: savnsmynd  
 
13.02.2015 - 09:56

Er Keypsportalurin farin at grava undan lønarrættindum, sum fakfeløgini hava vunnið, og samráðingunum á arbeiðsmarknaðinum? Hendan spurning hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fingið frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, nú fyri fyrstu ferð verður lýst eftir fólki á almenna Keypsportalinum.

Gjaldstovan hevur boðið út eitt verkætlanarstarv á Keypsportalinum. Kristina Háfoss spyr Jørgen Niclasen, um tað er samsvarandi almenna setanarpolitikkinum, tá Gjaldstovan bjóðar út eitt starv á keypsportalinum, har tímataksturin telur 50 prosent í vektingini, og førleikar, útbúgving og royndir telja hina helvtina.

Samanumtikið verður eitt alment starv boðið út, og tann, sum kann bjóða seg fram at gera arbeiðið fyri lægstu lønina, umframt at hava rættar førleikar, útbúgving og royndir, fær starvið, sigur Kristina Háfoss. Hon spyr eisini landsstýrismannin, um ætlanin nú er, at almennir stovnar í framtíðini skulu kunna nýta Keypsportalin at bjóða út almenn størv.

Gjaldstovan skal brúka fólk at gera eina strategi um, hvussu tænastur hjá tí almenna skulu talgildast. Arbeiðið skal, sambært útboðnum á Keypsportalinum, gerast í hesum árinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109