- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kostnaðarmikið at yvirtaka SEV
Tað verður ikki bara sum at siga tað hjá landinum at yvirtaka SEV. Og ókeypis verður tað ikki. Vinnumálaráðið heldur ikki, at ein slík yvirtøka gevur kommununum, sum eiga SEV, rætt til endurgjald, annað enn egininnskotið við rentum.
Tað talið kann, leysliga mett, verða okkurt um 85 mió. kr. ella góðar 330 milliónir, tað veldst um, hvussu rentan verður roknað ella, hvør renta verður brúkt.
SEV ikki rætt til ovurstórt endurgjald
Eitt annað sjónarmið hjá landsstýrinum er, at brúkararnir, Føroya fólk, hevur goldið SEV, og tí eigur SEV ikki rætt til ovurstórt endurgjald.
Kommunurnar og SEV halda ikki, at landið skal eiga SEV. Skal landið yvirtaka SEV, eigur bókaða eginognin at vera fíggjarliga byrjanarstøðið fyri endurgjaldinum, halda kommunurnar.
SEV hevur víst á, at síðst í 2010 var eginognin hjá SEV 890 mió. kr. Semja er kortini um, at landið kann ikki yvirtaka SEV uttan at semja er um tað millum landið og kommunurnar.