Franscesco Schettino 16 ára fongsul

Franscesco Schettino 16 ára fongsul
Skiparin á italska ferðamannaskipinum, Costa Concordia, Franscesco Schettino, varð dømdur fongsulsrevsing í 16 ár, fyri sín leiklut í málinum
Franscesco Schettino, skipari á Concordiu, dømdur 16 ára fongsul
Mynd: huffington.co.uk  
 
12.02.2015 - 09:39

Ákærin kravdi fongsulsrevsing í 26 ár. Yvir 4.000 fólk vóru við skipunum, 32 druknaðu og 64 fingu skaða, tá skipið tók, og síðani koppaði. Óhappið hendi fyri trimum árum síðani, í januar í 2012.

Ákærin hevur ført fram, at øll kundu komið frá hendingini við lívinum, um skiparin alt fyri eitt hevði givið boð um at fáa fólkini av skipinum. Skiparin hevur sjálvur greitt frá, at hann datt í ein bjargingarbát, og síðani fekk boð um ikki at fara umborð aftur í skipið.

Reuters skrivar, at skiparin ikki skal sita beinanvegin, men at hann sleppur at bíða til málið er viðgjørt í hægri rætti. Tað kann taka langa tíð, tí rættarskipanin í Italia virkar seint, skrivar Reuters.

Skiparin varð dømdur 10 ár fyri óviljað manndráp, fimm ár fyri at vera orsøkin til óhappið, og eitt ár fyri at vera farin av skipinum, sum ein av teimum fyrstu.

 

Les eisini: krevja skiparan fongslaðan í 26 ár

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109