Norðmenn fjalt sjey milliardir krónur uttanlands

Norðmenn fjalt sjey milliardir krónur uttanlands
Fyri nøkrum árum síðani samtykti norska stórtingið, at fólk sum ólógliga høvdu fjalt pengar fyri skattavaldinum, skuldu fáa skotbrá at rætta feilin
Normenn hava fjalt um sjey milliardir krónur uttanlands
 
10.02.2015 - 14:58

Samstarvið ímillum fleiri lond um skattasvik, fær nú alsamt fleiri fólk í Noreg at biðja um undantak frá skatti, sum tey skuldu havt goldið, og samstundis eru tey við til at skráseta nógvu pengarnar, sum tey eiga uttanlands.

 

Tað hevur havt við sær, at nógv fólk velja at fáa viðurskiftini í rættlag, og tey sum boða skattavaldinum frá sínum fjaldu pengum, gerast fleiri.

Í fjør viðgjørdi norska skattavaldið 295 slík mál, 66 fleiri enn í 2013 og 180 fleiri enn í 2012.

Talan var um stórar upphæddir, og talan var um sjey milliardir kr., sum vóru fjaldar.

Í 157 av málunum vóru pengarnir fjaldir í Sweits, og talan var um 2,5 milliardir kr. Norðmenn sum gjørdu vart við seg, høvdu eisini pengar fjaldar í Bretlandi, USA, Luxemburg og í Noreg.

Stjórin í norska skattavaldinum, Hans Christian Holte, sigur skipanina við skattaamnesti hava virkað væl, og Noreg hevur fingið 1,2 milliardir kr. inn í skatti tey sjey árini skipanin hevur verið í gildi.
Samstundis fegnast hann um, at avtalur sum eru gjørdar við onnur lond, avdúka fleiri og fleiri mál um skattasvik.
London School of Economics hevur roknað seg fram til, at 10 prosent av peningaognunum í Europa eru fjaldar, og harvið missa londini 75 milliardir dollarar í skattainntøkum um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109