Boko Haram burturflutt 20 fólk

Boko Haram burturflutt 20 fólk
Uppreistrarmenn úr islamistfelagsskapinum, Boko Haram, hava burturflutt 20 fólk í norður Cameroun, og dripið 12 av teimum. Tað sigur trygdarkelda
Islamistfelagsskapurin Boko Haram dripið 12 fólk
Mynd: www.bdlive.co.za  
 
10.02.2015 - 09:01

Hendingin fór fram sunnudagin, og síðani tá, eru hini átta fólkini latin leys, sigur ein maður í økinum, hvørs kona varð burturflutt. Grannalondini hjá Nigeria hava sett í verk móttiltøk móti Boko Haram, - ein økisher, og tað hevur fingið Boko Haram til at fremja fleiri álop hinumegin nigeriska markið.

Í gjár brast ein bilbuma í býnum Diffa í Niger, ikki langt frá nigeriska markinum. Hetta er triðja álop á Diffa í fýra dagar.

Boko Haram leyp á eitt fongsul í býnum bara fáar tímar eftir at bilbumban brast, - og stutt undan, at tjóðartingið í Niger skuldi góðkenna átøk móti Boko Haram. Niger, Tjad, Cameroun, Benin og Nigeria samdust um vikuskiftið at seta á stovn ein økisher við 8.750 monnum, sum skal niðurberja uppreistrarmenn úr islamist-felagsskapinum, Boko Haram. 

Um vikuskifti avgjørdi Nigeria at útseta forsetavalið í seks vikur. Valið skuldi eftir æltan skuldi vera næsta leygardag. Orsøkin er hóttanir frá Boko Haram, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109