Oljurisin Rosneft gevst við boringum í Arktis

Oljurisin Rosneft gevst við boringum í Arktis
Tað eru tiltøkini hjá vestanlondunum móti Russlandi, sum er orsøkin, skrivar business.dk
Russiski oljurisin, Rosneft, gevst við boringum í Arktis
Mynd: financialtribune.com  
 
09.02.2015 - 12:54

Russiski oljurisin, Rosneft, sum í fjør fann stórar nøgdir av olju og gassi í Arktis, norðan fyri Sibiria, steðgar nú við royndarboringum sínum.

Hetta er avleiðing av, at samstarvið við amerikanska ExxonMobil fyribils er dottið niðurfyri av tiltøkunum hjá vestanlondunum móti Russlandi. Talan er um eitt stórt afturstig fyri bæði oljufeløgini, sum hava lagt nógv fyri í royndunum at fáa hendur á nýggjum oljugoymslum í Arktis, skrivar Business.dk.

Seinkanin í boringunum verður eisini tulkað sum stórur smeitur fyri Vladimir Putin, forseta, og hansara ætlanir um at vaksa um oljuframleiðsluna og at tryggja orkuframleiðsluna í Russlandi gjøgnum nýggj fund í Arktis.

Orkufeløgini í Russlandi hava sera stóran tørv á samstarvi við feløg vestanfyri, bæði fíggjarliga og tøknifrøðiliga. At jointventurearbeiðið millum ExxonMobil og Rosneft nú steðgar, er fyrsta handfasta prógvið um, at tiltøkini hjá USA, ES og Noregi raka orkuíløgur í Russlandi meint.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109