Brunaeftirlitið fingið øll skjølini

Brunaeftirlitið fingið øll skjølini
Brunaeftirlitið fekk ikki innlit í byggimálið um farstøðina hjá P/F Vága Floghavn. Nú hevur Sørvágs kommuna latið Brunaeftirlitinum skjølini
Sørvágs kommuna hevur latið Brunaeftirllitinum skjølini um byggimálið á Vága Floghavn
Mynd: vága floghavn  
 
06.02.2015 - 09:40

Brunaeftirlitið fekk ikki innlit í byggimálið um farstøðina hjá P/F Vága Floghavn. Nú hevur Sørvágs kommuna latið Brunaeftirlitinum skjølini


Brunaeftirlitið sleppur nú at síggja øll skjøl, sum Sørvágs kommuna hevur um byggiloyvið og nýtsluloyvið, sum P/f Vága Floghavn fekk til farstøðina á flogvøllinum.

Brunaeftirlitið bað tann 9.oktober í fjør kommununa um innlit í skjølini.

Tá kommunan ikki svaraði, kærdi Brunaeftirlitið tann 13.november til Løgtingsins umboðsmann, sum sendi kæruna víðari til Kommunala eftirlitið.

Fyri viku síðani fekk Vørn - Brunaeftirlitið er stovnur undir Vørn - bræv frá advokatinum hjá Sørvágs kommunu, sum sigur, at Brunaeftirlitið hevur fingið alt tilfarið um byggimálið, sum biðið er um. 

Advokaturin mælir til fund millum Vørn og Sørvágs kommunu, so Brunaeftirlitið kann fara gjøgnum skjalgoymsluna hjá kommununi og síðani biðja um tey skjøl, Brunaeftirlitið vil hava.

Kommunala eftirlitið fekk avrit av brævinum frá Sørvágs kommunu til Brunaeftirlitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008