- Tíðindi, mentan og ítróttur
Almennur stuðul til privatar tíðindamiðlar
Almennur stuðul verður nú latin privatum tíðindamiðlum, sum í stóran mun hava kritiskan journalistikk, kunna um aktuell føroysk samfelagsviðurskifti og viðgera viðkomandi útlendsk ella altjóða viðurskifti úr einum føroyskum sjónarhorni.
Høvuðsendamálið við at veita redaksjónsstuðul er at tryggja, at tilfar, sum verður givið út ella almannakunngjørt, er redaktionelt viðgjørt og eftirkannað.
Harumframt er endamálið at birta upp undir eina álítandi tíðindamentan, sum ger, at fólk við vissu kunnu lesa, síggja og hoyra tíðindi við trúvirði.
Sambært uppskotinum kann hvør miðil fáa í mesta lagi 200.000 kr. til blaðútbering, 150.000 kr. til sendinet og 500.000 kr. til redaksjónina.
Eitt blað kann til dømis fáa í mesta 700.000 kr. úr landskassanum. Eitt fjølmiðil, sum hevur bæði blað og útvarp, kann fáa 850.000 kr.
Fyrsti stuðulin verður latin sambært teimum útreiðslum, sum umsøkjarar høvdu í fjør.
Landsstýrismaðurin í mentamálum setir eina Miðlastuðulsnevnd at gera tilmæli um, hvør skal fáa stuðul.
Í nevndini vera trý fólk - Felagið Føroysk Miðlafólk tilnevnir tvey og Fróðskaparsetrið eitt.
Í fíggjarlógini fyri 2015 eru tvær milliónir krónur settar av til miðlastuðulin.