Fólkatingið viðgera búskaparstøðuna í Grønlandi

Fólkatingið viðgera búskaparstøðuna í Grønlandi
Tað verður danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Scmidt, sum skal svara spurningum frá fýra donskum politiskum flokkum
Úr Landstinginum
Mynd: savnsmynd  
 
05.02.2015 - 14:52

Fýra flokkar, Danski Fólkaflokkurin, Vinstri, Liberal Alliance og Konservativi flokkurin, fara at spyrja Helle Thorning-Scmidt, forsætisráðharra, um búskaparstøðuna í Grønlandi.
Hon fær spurningar um hallið í grønlendsku fíggjarlógini, vaksandi arbeiðsloysið og vaksandi fátækradømið, vantandi íløgur og, at fólk flyta úr Grønlandi, skrivar KNR, grønlendska kringvarpið.
Teir fýra flokkarnir fara eisini at spyrja forsætisráðharran, hvørjar ætlanir danska stjórnin hevur um at hjálpa Grønlandi í sera djúpu kreppuni, sum Grønland er í.
Johan Lund Olsen, fólkatingmaður fyri Inuit Ataqatigiit, heldur tað vera óhóskandi, at eitt tjóðarting tekur stig til at viðgera búskapin í øðrum landi. 
Hann sigur tó, at hann fer at vera við í orðaskiftinum í fólkatinginum um búskapin í Grønlandi.
Hin grønlendski fólkatingsmaðurin, Nick Nielsen í Siumut, verður eisini við í orðaskiftinum

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109