Spennandi val í Grikkalandi

Spennandi val í Grikkalandi
Vinstra-radikali flokkurin Syriza stendur til at vinna valið, og kanska fer hann at skipa stjórn einsamallur.
Mynd: AP  
 
25.01.2015 - 10:58

Valhølini í Grikkalandi lótu upp tíðliga í morgun, og sambært politiskum eygleiðarum í Athen eru grikkar á einum vegamóti, tí valið stendur millum vinstra-radikala flokkin, Syriza, og stjórnarflokkin, Nýtt demokrati

Vinnur Syriza fer flokkurin at krevja nýggjar samráðingar við ES um lánini, og at fáa ein part av skuldini strikað.

Men ES, serliga Týskland, heldur fast við, at Grikkaland skal halda sparikrøvini, sum eru avtalað. Hesum tekur stjórnarflokkurin, Nýtt demokrati, undir við, og stjórnin hevur eisini sett víðfevnd sparitiltøk í verk.

Sambært griksku vallógini fær flokkurin, sum vinnur valið, 50 tingsessir aftrat, og tí verður spurt, um tað fer at bera til hjá Syriza at skipa stjórn einsamallur.

Merkel hevur skyldina

Nógvir grikkar leggja týska samveldiskanslaran, Angelu Merkel, undir at standa á odda fyri stranga sparipolitikkinum, og tí fær Syriza og fólksligi leiðarin í flokkinum, Alexis Tsipras, so stóra undirtøku.

Grikkaland hevur fingið 1687 milliardir kr. í láni frá hinum londunum í ES, og landið skyldar nú umleið 2400 milliardir kr.

Valið í dag varð útskrivað desember, tí tað eydnaðist ikki tinginum at semjast um, hvør skal vera nýggjur forseti í Grikkalandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109