Koppingarevni fyri ebola verður nú roynt

Koppingarevni fyri ebola verður nú roynt
30.000 sjálvboðin í Liberia skulu koppsetast í eini royndarverkætlan.
Mynd: Savnsmynd  
 
24.01.2015 - 13:05

 

Fyrsta koppingarevnið ímóti ebola er á veg úr Onglandi til Liberia, har ætlanin er at royna tað.

Men nú fækka tilburðirnir av ebola í Vesturafrika, og tí kann verða ilt at staðfesta, um koppsetingin verjir ímóti virussjúkuni.

Tað er bretska heilivágsfyritøkan GlaxoSmithKline, ið framleiðir koppingarevnið, og granskarar ætla, at 30.000 sjálvboðin skulu koppsetast.

10.000 fólk fáa koppingarevni fyri ebola, 10.000 onnur fáa eitt óvirkið evni, so samanberingar kunnu gerast, og haraftrat fáa 10.000 fólk eitt annað royndarkoppingarevni.

Minni roynd er gjørd frammanundan

Frammanundan hava 200 sjálvboðin í Bretlandi, USA, Sveis og Mali roynt koppingarevnið, og higartil tykist alt at ganga, sum tað skal, sigur bretska heilivágsfyritøkan.

Hon undirstrikar, at koppingarevnið enn er á royndarstigi, og heimsheilsustovnurin WHO og aðrir myndugleikar skulu góðkenna evnið, áðrenn tað kann brúkast at koppseta alt fólkið í ávísum londum við.

Ein onnur heilivágsfyritøka, Merck, er eisini á veg við einum koppingarevni, sum skal roynast í Guinea, Liberia og Sierra Leone komandi mánaðirnar.

Og ein heilivágur fyri Ebola sigst fara at verða royndur um nakrar vikur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109