Abdullah bin Abdilaziz kongur í SaudiArabia deyður

Abdullah bin Abdilaziz kongur í SaudiArabia deyður
Bróður hansara, Salman bin Abdulaziz Al Saud krúnprinsur, er tilnevndur nýggjur kongur
 
23.01.2015 - 10:11

Abdullah bin Abdilaziz kongur í Saudi Arabia er deyður eftir drúgva sjúkulegu. Tað upplýsir almenna sjónvarpsrásin í Saudi Arabia. Hann gjørdist um 90 ára gamal. Hildið verður, at Abdullah kongur er føddur í 1923 ella 1924.

Hann hevur stjórnað Saudi Arabia síðani 2005, men í veruleikanum hevur hann stjórnað landinum síðani miðskeiðis í 1990'unum, tá undanmaður hansara, Fahd kongur, gjørdist sjúkur og avlamin.

Forsprákari fyri friði

Bretska blaðið, The Guardian, skrivar, at Abdullah kongur hevði 30 konur, - tó ikki í senn, og í minsta lagi 15 synir og 20 døtur.

Sambært BBC, var hann sum leiðari førur fyri at seta í verk nýskipanir, og hevur verið forsprákari fyri friði í Miðeystri.

 Salman bin Abdulaziz Al Saud krúnprinsur, sum er beiggi Adbullah Ib Abdilaziz, er tilnevndur nýggjur kongur. Hann er 79 ára gamal. Salman hevur síðani 2012 verið verjumálaráðharri og var undan tí guvernørur í Riyadh í 50 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109