Mótmæla í Pakistan

Mótmæla í Pakistan
Mótmælisgongur hava verið móti seinastu útgávuni av Charlie Hebdo.
Tað var sjeynda januar, at yvirgangsatsókn varð framd móti blaðnum Charlie Hebdo. Myndin er úr Paris.
 
18.01.2015 - 16:23

Mótmælisgongur hava verið í Pakistan í dag móti seinastu útgávuni av blaðnum Charlie Hebdo. Tað skrivar Ritzau. Tað er forsíðan, ið hevur loypt øði í, tí har er ein keipumynd av einum manni, ið kann vera Muhammed profetur Í fleiri býum er franska flaggið brent, og eisini eru myndir av franska forsetanum, François Hollande, og fleiri av teknarunum á blaðnum, brendar. 

Sagt verður at umleið 6000 fólk hava mótmælt í Lahore og 2000 mótmælisfólk hava verið í Karachi.

Í býnum Multan, sum liggur umleið 560 kilometer sunnan fyri Islamabad, róptu mótmælisfólkini, vit eru ikki Charlie, vit eru Kouachi, og sipaðu til teir báðar Kouachi brøðurnar, ið framdu atsóknina móti Charlie Hebdo, siga Ritzau og AFP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109