Palestinar skjótt limir í revsidómstóli

Palestinar skjótt limir í revsidómstóli
Gongst sum ætlað, kunnu palestinar gerast partur av Altjóða revsidómstólinum, ICC, ið viðger mál um krígsbrotsverk, 1. apríl
1. apríl kann Palestina gerast partur av Altjóða revsidómstólinum, ICC, upplýsir Ban Ki-Moon, ST-aðalskrivari
Mynd: AP  
 
07.01.2015 - 16:10

Mahmoud Abbas, forseti fyri palestinsku sjálvstýrismyndugleikarnar, fær eftir øllum at døma krav sítt, um at sjálvstýrið skal gerast partur av Altjóða revsidómstólinum, ICC, eftirlíkað.

Ban Ki-Moon, ST-aðalskrivari, hevur upplýst, at palestinarar kunnu gerast partur av dómstólinum 1. apríl. Hesin dómstólurin viðger mál um krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini.

Palestinsku sjálvstýrismyndugleikarnir vóna, at slóð nú verður ruddað fyri, at teir kunnu stevna ísraelsmonnum, sum hava dripið palestinarar í økjunum, sum Ísrael hevur hersett.

Palestinar hjálpa ikki friðartilgongdini

Ísrael hevur svarað aftur við ikki at lata sjálvstýrismyndugleikum skattin, sum Ísrael krevur inn fyri teir. Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur sagt, at tann, sum hevur mest at óttast, er palestinska sjálvstýrið.

Amerikanska uttanríkisráðið sigur, at palestinska stigið hjálpir ikki friðartilgongdini í Miðeystri. Ísrael hevur hersett Vestara áarbakka síðani 1967.

Tá tók Ísrael eisini millum annað Eysturjerusalem og Gaza geiran, men í 2005 tók Ísrael seg úr Gaza geiranum, har Hamas nú hevur valdið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109