Papandreou stovnar nýggjan flokk

Papandreou stovnar nýggjan flokk
Fyrrverandi grikski forsætisráðharrin, George Papandreou, fer úr sosialdemokratiska flokkinum Pasok og stovnar nýggjan flokk,
 
05.01.2015 - 16:00

Tjóðartingsval verður í Grikkalandi 25. januar, og í tí sambandi stovnar fyrrverandi grikski forsætisráðharrin, George Papandreou, nýggjan flokk. 

Nógv bendir á, at vinstrahalli flokkurin Syriza fer at vinna. Flokkurin ætlar ikki at halda treytirnar, sum ES og Altjóða gjaldoyragrunnurin, IMF, hava sett. 

Legði frá sær undir fíggjarkreppuni

Papanadreou var forsætisráðharri upp undir fíggjarkreppuna í Grikkalandi, men hann noyddist at leggja frá sær, tá ein breið samgongustjórn tók við valdinum.

Papanadreou tekur seg úr Pasok samstundis sum veljarakanningar vísa, at flokkurin bert fær fimm prosent av atkvøðunum. 

Sparitiltøkini í Grikkalandi hava rakt fólkið meint, og fátækradømið veksur.

Leiðarin í Syriza, Alexis Tsipras, sigur, at kemur hann til valdið, fer hann at tryggja fólkinum ókeyis heilivág og sjúkrahúsviðgerð. Sum er missa grikkar, ið hava verið arbeiðsleysir leingi, atgongd til almenna heilsuverkið, skrivar Financial Times.

Arbeiðsloysi er høgt

Arbeiðsloysið í Grikkalandi er 25 prosent, og annaðhvørt ungfólk gongur fyri einki.

IMF hevur viðgingið, at sparitiltøkini í Grikkalandi hava verið ov strong, og úrslitið er nógv størri afturgongd enn væntað.

Spurningurin er nú, um nýggi flokkurin hjá George Papandreou fer at ávirka úrslitið av valinum seinni í mánaðinum, og um hann fer at fáa atkvøður frá øðum flokkum, eitt nú Syriza, siga politiskir eygleiðarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109