Oljuprísurin rakar Venesuela meint

Oljuprísurin rakar Venesuela meint
Tí fer forsetin í landinum, Nicolás Maduro, at leita sær búskaparliga hjálp uttanlands.
 
05.01.2015 - 15:00

Nicolás Maduro, forseti, fer í hesi vikuni á altjóða rundferð. Fyrst gongur leiðin til Kina, og haðani fer hann at vitja fleiri lond, sum eru limir í felagsskapinum fyri oljuútflytaralond, Opec.

Tað boðaði forsetin frá í einari røðu, sum varð send í útvarpi og sjónvarpi.

Oljuprísurin lækkaður eina helvt

Síðani í summar er oljuprísurin í Venesuela lækkaður meiri enn eina helvt, og tað ávirkar búskapin. Oljuútflutningurin er 96 prosent av landsins útflutningsinntøkum.

Kina hevur longu boðað frá, at tað er til reiðar læna Venesula 42 milliardir dollarar. Helvtin er goldin. 

Á seinasta fundinum í Opec í november royndi Venesuela at ávirka hini limalondini at lækka oljuframleiðsluna, so prísurin ikki lækkar enn meiri.

Stórar oljugoymslur

Hildið verður, at Venesuela hevur millum heimsins størstu oljugoymslur, men landið noyðast at innflyta nógvar vørur, eitt nú matvørur og heilivág.

Afturgongd er í samfelagnum, og tí er forsetin illa umtóktur í løtuni. 

Búskaparfrøðingar siga, at vandi er fyri, at Venesuela fer á húsagang, men tað vísir forsetin aftur. Madura viðurkennir kortini, at Venesuela hevur tørv á altjóða fígging í hesum árinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109