- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grein 19 nevndin fyrireikar hoyringar
Grein 19 nevndin fer at viðgera innkallingar til hoyring á fundinum í morgin.
Nevndin hevur fingið øll skjøl, hon hevur biðið um, sigur formaðurin, Joen Magnus Rasmussen, løgtingsmaður.
Ein spurningur, sum nevndin eisini skal tosa um í morgin, er, um nevndarlimir í Eik Grunninum kunnu nokta at svara spurningum frá nevndini, tí teir eru stevndir, og tað rættarmálið verður ikki viðgjørt enn á sinni.
Grein 19 nevndin ætlar at vera liðug við sína kanning í vár, áðrenn tingið fer til hús.
Grein 19 nevndin avgjørdi beint fyri nýggjár, at kanningin í høvuðsheitum eigur at lýsa lógargrundarlagið undir eftirlitinum við føroyskum vinnurekandi grunnum frá 2002 til mai í fjør og lýsa eftirlitið við Eik Grunninum í hesum sama tíðarskeiði.
Kanningin skal staðfesta, um samsvar var millum lógargrundarlagið og eftirlitið við Eik Grunninum.
Grein 19 nevndin skal eisini lýsa viðtøkurnar og lógargrundarlagið hjá Eik Grunninum frá 2002 til hann gavst í 2010 fyri at staðfesta, um samsvar var millum viðtøkur, lógargrundarlag og virksemið hjá Eik Grunninum.
Endamálið er í báðum førum at vísa á, hvat skal gerast fyri at forða fyri endurtøkum.