Hinkley ikki ákærdur fyri morð

Hinkley ikki ákærdur fyri morð
John Hinkley, sum í 1981 royndi at myrða amerikanska forsetan, sleppur undan rættarsókn, hóast fjølmiðlaráðgevi forsetans nú er deyður av atgerðini.
59 ára gamli John Hinkley er enn innlagdur á sálardeild í Washington.
Mynd: Savnsmynd  
 
03.01.2015 - 09:46

Tað var ikki bara Ronald Reagan, sum varð raktur av skotum uttan fyri Hotel Hilton í Washington 30. mars í 1981. Eisini fjølmiðlaráðgevi hansara, James Brady, og tveir trygdarvørðar fullu særdir til jarðar seinnapartin henda lagnudagin. Forsetin og lívverjarnir báðir komu skjótt fyri seg, men verri var við Brady. Hann varð raktur í høvdið og sat lamin, til hann doyði 73 ára gamal í august í fjør.

Árið eftir morðroyndina móti amerikanska forsetanum fekk John Hinkley viðgerðardóm, tí eitt nevningating helt hann vera sálarliga sjúkan. Síðan hevur hann verið innlagdur. Í gjár gjørdi rætturin av, at Hinkley ikki verður ákærdur fyri morð, hóast tað eisini er staðfest, at James Brady doyði av løstunum, hann fekk fyri 33 árum síðan. Rætturin sigur, at Hinkley kann ikki dømast, tí hann framvegis er sjúkur.

John Hinkley hevur greitt frá, at hann royndi at drepa amerikanska forsetan fyri at tekkjast kendu sjónleikararkvinnuni, Jodie Foster. Atsóknin eydnaðist sum kunnugt ikki; Ronald Reagan var forseti frá 1981 til 1989. Hinkley og Foster gjørdust ongantíð par.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109