Nýtt føroyskt met í hálvum marathon

Nýtt føroyskt met í hálvum marathon
Marna Egholm eigur nú føroyska metið hjá kvinnum í hálvum marathon
Mynd: renn.fo  
 
02.01.2015 - 10:38

Á ársins síðsta degi bleiv føroyska metið í hálv marathon tikið.

Marna Egholm rann 31.desember, saman við 5000 øðrum rennarum, Ånglamark hálvmarathon í Keypmannahavn.

Marna varð fyrsti kvinnuligi rennarin, ið kom um málstrikuna, og hon setti eisini nýtt føroyskt met.

Tíðin hjá Marnu var 1.20.57. Har við tók hon 22 sekund av gamla metinum, sum Valborg Heinesen setti á vári í 2014.

Renn.fo skrivar, at Marna var tveir minuttir framman fyri nummar tvey, sum var danski liðfelagin úr felagnum Sparta, Michelle Poulsen.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Andaktin
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066