Hví doyði ST-aðalaskrivarin Dag Hammarskjøld

Hví doyði ST-aðalaskrivarin Dag Hammarskjøld
ST-aðalfundurin hevur samtykt, at serfrøðingar skulu kanna nýggj prógv í málinum, hví fyrrverandi ST-aðalaskrivarin, Dag Hammarskjøld, doyði
St-aðalfundurin vil kanna, hví Dag Hammarskjöld doyði
Mynd: peacekeepingboris Webseite  
 
30.12.2014 - 09:12

ST heitir á allar tjóðir, sum hava upplýsingar í málinum, um at kunngera tær. Hetta skrivar svenska tíðindastovan, TT.

Seinastu árini eru nýggj prógv komin undan kavi, sum vísa, at kanska varð ein brotsgerð framd, tá flogfarið við Dag Hammarskjøld datt niður.

ST-aðalfundurin samtykti einmælt, at serfrøðingar skulu kanna nýggju upplýsingarnar og prógvini í málinum.

Dag Hammarskjøld doyði, tá flogfarið, hann var við, datt niður í fyrrverandi bretska hjálandinum Norðurrhodesia, sum nú er Sambia í 1961. Vanlukkan kravdi 16 mannalív. 56 ára gamli Hammarskjøld var á veg til friðartingingar í Kongo, tá flogfarið datt niður.

Fyrstu kanningarnar vístu, at eitt mistak, sum flogskiparin gjørdi, var atvoldin til flogvanlukkuna. Men onnur halda, at leiguhermenn skutu flogfarið niður, tí Hammarskjøld styðjaði nýggju stjórnina í Kongo. 

Í fjør segði ein nevnd, sum løgfrøðingar mannaðu, at grundarlag var fyri at endurskoða umstøðurnar í sambandi við, at flogfarið við Dag Hammarskjøld datt niður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109