Halda seg hava sæð vrakpettir av flogfari

Halda seg hava sæð vrakpettir av flogfari
Avstralsk flogfør, sum leita eftir maylaisiska flogfarinum, halda seg hava sæð okkurt á leiðini, har flogfarið misti sambandið við myndugleikarnar
Indonesia AirAsia Airbus A320-200. Sama slag, sum flogfarið, sum er horvið
Mynd: Reuters  
 
29.12.2014 - 14:25

Eitt Orion-flogfar hevur sæð okkurt nærindis Nangka-oynni umleið 1000 kilometrar, haðani flogfarið hjá Air Asia hvarv, men ein kommandørur í indonesiska flogvápninum sigur, at tað er ikki vist, at lutirnir frá horvna flogfarinum. 

162 fólk er við horvna flogfarinum.

Leiðarin fyri indonesisku leitingar- og bjargingartænastuni sigur, at er flogfarið dottið niður, liggur tað á havsins botni. 

Higartil hevur eingin váttað, at flogfarið er dottið niður, men eingin hevur frætt nakað aftur frá flogfarinum, síðani flogskiparin bað um loyvi at broyta kós, tí illveður var á leiðini.

Leitingin varð tikin uppaftur tíðliga í morgun, og leitað verður bæði við flogførum og skipum. Flogfarið, sum malaysiska lágprísfelagið Air Asia eigur, var á veg úr Indonesia til Singapore, tá tað brádliga hvarv. 

2014 hevur verið eitt vanlukkuár fyri malaysisku loftferðsluna.

Malaysia Airlines hevur mist tvey flogfør í hesum árinum. Fyrst hvarv eitt flogfar við 239 ferðafólkum, tá tað var á veg úr Kuala Lumpur til Beijing. Hetta flogfarið er ongantíð funnið, og 17. juli var eitt flogfar hjá Malaysia Airlines skotið niður yvir eystara parti av Ukraina. Øll 298 fólkini, sum vóru við flogfarinum, doyðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109