Skotar eru óðir um føroyskar fyrimunir

Skotar eru óðir um føroyskar fyrimunir
Tað kann ikki vera rætt, at Føroyar fáa fyrimun hvørjaferð.
 
25.12.2014 - 10:08

Tað heldur Ian McFadden, stjóri fyri Scottish Pelagic Processors Assocaioan, sum er í øðini inn á fríhandilsavtaluna, sum Turkaland og Føroyar hava undirskrivað. Tað er aftur ein órættvísur bági fyri Skotland á heimsmarknaðinum, heldur hann.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur sagt, at Føroyar nú kunnu kappast á jøvnum føti við onnur lond í Turkalandi. Men tað er ikki rætt, sigur Ian McFadden:

”Skotland er væl og virðiliga útihýst á turkiska marknaðinum, takka verið hasum risa skatta-av-gjaldinum á innflutningin av makreli frá ES-londum. Vit merkja somuleiðis innflutningsbannið úr Russlandi, meðan Føroyar aftur sluppu snikkaleysar,” sigur hann við Worldfishing.com.

Hann vil eisini, at ES gevur Føroyum nógv minni atgongd til makrel í ES-sjógvi næsta ár, tí Føroyar fáa ov nógv burtur úr sáttmálanum. Tað er ikki rætt, at Føroyar skulu fiska ein triðing av sínari makrelkvotu í ES-sjógvi, tað mesta við Skotland, tá Føroyar hava fingið nógv størri makrelkvotu, júst tí so nógvur makrelur er í føroyskum sjógvi. 

- Og einki av hesum fer upp á land í Skotlandi, tí tað vilja føroyingar ikki, sigur Ian McFadden.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109