Nýtt samráðingarumfar í Minsk

Nýtt samráðingarumfar í Minsk
Ukraina, Russland og felagsskapurin fyri trygd í Evropa, OSCE, fóru jólaaftan undir nýtt samráðingarumfar fyri at fáa frið har eysturi í Ukraina
 
25.12.2014 - 16:02

Samráðingarnar fara fram í Minsk, sum er høvuðsstaður í Hvítarruslandi.

Tað er nú átta mánaðir síðan, at ófriðurin millum ukrainska herin og ukrainar, sum vilja leggja landið undir Russland, brast á. Síðan tá hava 4700 fólk latið lív í Ukraina.

Kreppan hevur elvt til, at viðurskiftini millum Russland og vesturheimin eru nú so køld sum sjáldan fyrr. ES hevur sett handilsforðingar fyri Russland, sum hevur skundað undir búskaparkreppuna, sum nú er har. 

Hóast fleiri áheitanir um at sleppa sær úr Ukraina, hevur russiski forsetin Vladimir Putin enn ikki tikið sínar hermenn heim.

Tjóðartingið í Ukraina samtykti í vikuni at søkja um limaskap í verjusamgonguni NATO. Forsetin, Petro Porosjenko, segði tá, at Ukraina søkir um limaskap, tí landið kennir seg hótt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109