Eldur ásettur á svenska mosku

Eldur ásettur á svenska mosku
Í Svøríki hevur jóladagurin verið alt annað enn friðarligur í býnum Eskisuna. Har kom eldur í eina moské seinnapartin.
nrk.no
 
25.12.2014 - 16:48

Í Svøríki hevur jóladagurin verið alt annað enn friðarligur í býnum Eskisuna. Har kom eldur í eina moské seinnapartin.

50 fólk vóru í bønarhúsinum, tá eldurin kyknaði. Løgreglan heldur, at eldurin varð ásettur. Vitni siga seg hava sæð ein mann við einari bensinfløsku í grannalagnum, stutt fyri, at eldurin kyknaði.

Svenska Aftonbladet skrivar, at fimm fólk fingu skaða. Tað vóru fólk, sum vóru inni í bønarhúsinum og hoppaðu út, upplýsir løgreglan í Stokkhólmi.

Svenska sløkkiliðið hevur nú tamarhald á eldinum. Í morgin fer løgreglan at kanna málið nærri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109