Landsstýrið skal samráðast um blokkin beinanvegin

Landsstýrið skal samráðast um blokkin beinanvegin
Hóast ríkismyndugleikarnir og landsstýrið hava gjørt trý ára avtalu um heildarveitingina, eigur landsstýrið at samráðast við danir um blokkin
 
19.12.2014 - 09:40

Hóast ríkismyndugleikarnir og landsstýrið hava gjørt trý ára avtalu um heildarveitingina, eigur landsstýrið at samráðast við danir um blokkin beinan vegin.

Tað sigur Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, við Dimmalætting í dag.

 

- Nú er at brúka møguleikan fyri at fáa at vita, hvat Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, meinar við, tá hon sigur, at Danmark skal tryggja sama búskaparliga stig í Føroyum á málsøkjum, sum ikki eru yvirtikin, sigur Bárður Nielsen.

Forsætisráðharrin svaraði herfyri einum fyrispurningi frá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, og tá segði hon, at í málum, sum ikki eru yvirtikin, skal Danmark tryggja, at standardurin er á sama stigi sum í Danmark, og tað er galdandi fyri bæði Grønland og Føroyar, segði Helle Thorning-Schmidt.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur við Dimmalætting, at danir og føroyingar eiga at seta ein bólk at kanna og útgreina  heilsuverkini í Danmark og Føroyum fyri á tann hátt at staðfesta, um stigið er tað sama í báðum londum.

 

Urslitið av hesum kanningum eigur at verða útgangsstøðið fyri nýggjum samráðingum um ríkisveitingina, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Hann heldur ikki, tað er rætta løtan at fara undir samráðingar nú. 

Avtalan um heildarveitingina er galdandi í trý ár, og tí eiga tað at vera nýggja landsstýrið og nýggja stjórnin i Danmark, sum fara undir hesar samráðingar, sigur løgmaður við Dimmalætting.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109