Meira pening til politiskt virksemi og upplýsing

Meira pening til politiskt virksemi og upplýsing
Floksformenninir hava lagt fram uppskot um at hækka játtanina eina millión krónur, úr 3,2 upp í 4,2 milliónir kr. næsta ár, sum eisini er valár
 
17.12.2014 - 14:56

Allir floksformenninir á tingi vilja hava meiri pening til politiskt virksemi og upplýsing.

Nú fíggjarlógin er til triðju viðgerð í tinginum hava formenninir lagt fram broytingaruppskot um at hækka játtanina eina millión krónur, úr 3,2 upp í 4,2 milliónir kr. næsta ár, sum eisini er valár.

Alfred í Sambandsflokkinum, Jákup Mikkelsen í Fólkaflokkinum, Høgni Hoydal í Tjóðveldi, Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum, Poul Michelsen í Framsókn, Kári P. Højgaard í Sjálvstýrisflokkinum og Jenis av Rana í Miðflokkinum, siga í viðmerkingunum til uppskotið, at "fyri at tryggja fólkaræðið og at tryggja, at møguligt er hjá politiskum flokkum t stuðla valenum fíggjarliga, so tey ikki halda seg aftur at stilla upp av fíggjarligum ávum, er neyðugt at hækka játtanina." 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109