Turkaland og Føroyar fríhandilssáttmála

Turkaland og Føroyar fríhandilssáttmála
Í morgin fara Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og turkiski búskaparráðharrin, H.E. Nihat ZEYBEKÇİ, at skrivað undir fríhandilssáttmála í Ankara
 
15.12.2014 - 09:10

Seinnapartin í morgin fara Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og turkiski búskaparráðharrin, H.E. Nihat ZEYBEKÇİ, at skrivað undir fríhandilssáttmála í Ankara. Turkaland er stórur og vaksandi marknaður fyri bæði laks og uppsjóvarfisk. Tá EFTA hevur fríhandilssáttmála við Turkaland, hava íslendingar og norðmenn havt stóran fyrimun. Nú verður kappingin millum útflytararnar úr Føroyum, Noregi og Ílandi jøvn, sigur løgmansskrivstovan. Samráðingartilgongdin millum partarnar hevur tikið 15 ár. Hol kom á undir samráðingarumfari í Ankara í september mánað í ár, tá ið tað eydnaðist pørtunum at koma til semjuna, sum nú verður undirskrivað. Fríhandilssáttmálin við Turkaland er fyrsti nýggi fríhandilssáttmálin síðani seinast í nítiárunum, tá Estland og Pólland-sáttmálarnir duttu burtur í 2004, eftir at londini fóru upp í ES, sigur løgmansskrivstovan. Hoyvíkssáttmálin frá 2005 bygdi á fríhandilssáttmálan við íslendingar frá 1992, so hann var ikki nýggjur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109