- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stór kvæðaráðstevna komandi summar

Í døgunum 20. til 24. juli komandi ár fara kvæði og dansur at seta enn størri dám á býarmyndina í Havn, enn tey plaga at gera hægst á summari. Hesar dagarnar verður stór kvæðaráðstevna í Norðurlandahúsinum.
Á ráðstevnuni fara føroyskir og útlendskir granskarar at lýsa og viðgera kvæði úr øllum hugsandi sjónarhornum í fyrilestrum og verkstovum.Tað er H.N. Jacobsens bókahandil, sum hevur tikið stig til ráðstevnuna í sambandi við, at tað komandi ár eru 150 ár liðin, síðani handilin læt upp á fyrsta sinni.
Ráðstevnan verður fyriskipað í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya, sum komandi ár eisini kann hátíðarhalda rundan føðingardag, tí tá verða 50 ár, síðani Fróðskaparsetrið varð sett á stovn, skrivar Fróðaskapasetrið á heimasíðu síni.