- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sierra Leone harðast rakt av ebola
Tamarhald er framvegis ikki á ebolasjúkuni í Sierra Leone og tilburðirnir veksa í tali.
Seinastu tvær vikuanar eru 50 nýggj skrásett at hava sjúkuna í landspartinum Kono, men í øðrum landspørtum tykist tamarhald nú at vera á sjúkuni.
Í Mali og Kongo eru eingir tilburðir longur, men í Sierra Leone, Liberia og Guinea gerast fólk enn sjúk.
Jóla- og nýggjárshald avlýst
Í Sierra Leone eru jóla- og nýggjárshald avlýst fyri at avmarka smittuna. Seinastu tríggjar vikurnar eru 1300 nýggir tilburðir skrásettir í Sierra Leone, og landið er tískil farið fram um Liberia, sum higartil hevur verið harðast rakta landið í Vesturafrika.
Heimsheilsustovnurin WHO kunngjørdi fríggjadagin, at 6.583 nú eru deyð av ebola í Sierra Leone, Liberia og Guinea. Talið av smittaðum er 18.188, men hildið verður, at tølini eru ikki nóg eftirfarandi.