- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tingskipanin ikki broytt í hesum umfari
Fyri at sleppa undan, at uppskotið fall, samdust formenninir í andstøðuflokkunum um at taka aftur uppskotið um at broyta tingskipanina, so tingfólk eru betur fyrireikað til orðaskiftini í tinginum.
Meirilutin í Rættarnevndini tók ikki undir við uppskotinum og vísti til, at formansskapurin eigur at viðgera spurningin, um tingskipanin skal broytast.
Formenninir í teimum fýra andstøðuflokkunum fara at heita á formansskapin. Teir vilja hava tingskipanina broytt, tí tingfólk eiga, so at siga, at vita, hvat tey tosa um.
Uppskotssetarar hava orðið fyrst
Tey, sum leggja fram uppskot í løgtinginum, eiga at fáa fimm minuttir til at greiða frá uppskotinum, áðrenn framsøgufólkini hjá flokkunum fáa orðið, tá mál hevur fyrstu viðgerð.
Teksturin í uppskotum er minni enn so altíð so greiður, at hann einsamallur er nóg gott grundarlag undir sakligari viðgerð og støðutakan.
Hetta kann elva til nógvar misskiljingar í viðgerðini, og viðgerðin fer tí av kósini. Og so leggja andstøðuflokkarnir afturat, at serliga er hetta galdandi, tá løgmaður ella landsstýrisfólk leggja uppskot fyri løgtingið, tí tey í landsstýrinum fáa ikki orðið fyrr enn eftir, at framsøgufólkini hjá øllum flokkum hava havt orðið.