- Tíðindi, mentan og ítróttur
Starvsettur skal ikki einsamallur áseta karmarnar
Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, legst ikki á knæ fyri leiðaranum á Psykiatriska deplinum fyri at fáa hann at halda fram í starvinum.
Landsstýrismaðurin er sera avgjørdur í svari til Rigmor Dam, løgtingskvinnu, sum spurdi um støðuna á Psykiatriska deplinum.
Um Tórmóð Stórá sigur Karsten Hansen, at tað er sjálvboðið at taka við einum starvi. Í allar flestu førum skal tann, sum tekur við einum starvi, virka innan fyri givnar karmar.
Hesir karmar kunnu kanska í ávísan mun broytast í samráðing við leiðsluna.
Setur ikki einsamallur karmarnar
Men, leggur Karsten Hansen so afturat, tað er undir ongum umstøðum upp til tann starvsetta einsamallan og einvíst at áseta karmarnar.
Kunnu tann starvsetti og leiðslan ikki koma ásamt um karmarnar, og vil tann starvsetti orsaka av hesum ikki vera verandi í starvinum, so er natúrliga fylgjan, at starvsetanin endar.
Tórmóður Stórá hevur boðað frá, at hann hevur ikki hug at halda fram í starvi sínum soleiðis sum umstøðurnar, millum annað tær fíggjarligu, eru á Psykiatriska deplinum.
Karsten Hansen sigur, at tað vil altíð vera so, at fólk koma og fara. Tí má ansast væl eftir at skipa heilsuverkið soleiðis, at veitingarstigið sum so ikki er tengt at einstøkum starvsfólkum.
- Eg dugi ikki at ímynda mær, at Psykiatriski depilin seinastu árini skal verða vorðin skipaður sum eitt persónstengt hierarki, har fakliga toymið heldur uppat við at virka, tá einum persóni berst frá, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður.