Nýggja landsstýrið í Grønlandi mannað

Nýggja landsstýrið í Grønlandi mannað
Kim Kielsen verður formaður fyri landsstýrinum, sum telur níggju fólk
Mynd: KNR  
 
11.12.2014 - 13:29

Níggju landsstýrisfólk fara at mynda nýggja landsstýrið í Grønlandi, sum Kim Kielsen úr Siumut-flokkinum skal standa á odda fyri. Kim Kielsen verður landsstýrisformaður.

Anda Uldum úr Demokratunum verður landsstýrismaður í fíggjarmálum og ráevnismálum.

Knud Kristiansen úr Atassut verður landsstýrismaður í bústaðar-, bygging- og undirstøðukervismálum.

Vittus Qujaukitsoq úr Siumut verður landsstýrismaður í uttanríkis-, vinnu-, arbeiðsmarknaðar- og handilsmálum.
 
Landsstýrismaður í fiskivinnu-, veiðu og landbúnaðarmálum er Karl Kristian Kruse úr Siumut.

Martha Lund Olsen úr Siumut verður landsstýriskvinna í almanna-, familju- og javnstøðustøðumálum.

Nivi Olsen úr Demokratunum verður landsstýriskvinna í menta-, útbúgvingar- og kirkjumálum.

Doris Jakobsen úr Siumut fær heilsumál og norðurlendskt samstarv, og Mala Høy Kuko úr Atassut verður landsstýrismaður í náttúru- og umhvørvis- og løgfrøðimálum.

Siumut hevur fimm landsstýrissessir, og Atassut og Demokratarnir hava hvør sínar tveir sessir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV